Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisflokkinum, Heini O. Heinesen er ikki í iva um, hvat goymir seg aftanfyri allan rumbulin um Tórbjørn Jacobsen.
- Kjarnin í málinum liggur heilt afturi, tá býtið av málsøkjum fór fram, og tað er ikki nakað nýtt í tí, at fleiri tinglimir í Tjóðveldisflokkinum ikki vóru nøgdir við tey málsøki, teimum var lutað, tá samgonguskjalið varð undirskrivað, sigur Heini O. Heinesen við Sosialin
Heini O. Heinesen vísir á, at ein stór misnøgd er um, at Fólkaflokkurin bæði umsitur fiskivinnumál og vinnumál, og tað var ein óheppin avgerð at lata Fólkaflokkin sleppa at umsita tvey so týdningarmikil málsøki.
- Eingin loyna er, at tann flokkurin, ið umsitir vinnumál, skapar føroyska búskapin, og tað er rættiliga stórt vald at hava, og har skuldi Tjóðveldisflokkurin verið meira umhugsin, sigur Heini.
Ein annar stórur trupulleiki í samgonguni løtuni er, at tað tykist sum um, at samgongulimir onki álit hava á landsstýrismonnunum, og hvussu kann nakað uppbyggjandi koma burturúr tá, spyr Heini O. Heinesen øtandi.
Flokkurin møtist ikki fyrr enn mánadagin
Spurdur um, hvat nú fer at henda innanhýsis í tjóðveldisflokkinum, svarar Heini, at fundur verður ikki fyrr enn mánadagin, tí torført verður at savna allar tinglimir Tjóðveldsfloksins í dag.
Heini sigur eisini, at flokkurin helt, at málið um Anfinn og Jørgen var fortíð, men eftir øllum at døma eru allar súður ikki syftar enn.
- Tjóðveldisflokkurin brúkti alla síðstu viku uppá at viðgera málið, skulu vit koma víðari, so er neyðugt at hyggja frameftir, greiðir Heini frá
Spurdur um flokkurin bara kann lata málið soleiðis uttan víðari fara afturvið borðinum, svarar Heini, at tað verður torført, men viðurskiftini í samgonguni mugu fáast í rættlag, so samgongan fær arbeiðsfrið sum skjótast.
Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisflokkinum vísir eisini á, at tað sum er farið fram seinastu tíðina gagnar hvørki Tórbirni Jacobsen, ei heldur samgonguni.
- Tað er aldrin hugaligt at draga fortíðina fram hjá fólki, og fyri mær at síggja er onki nýtt í fortíðini hjá Anfinni Kallsberg og Jørgeni Niclasen, tí flest øll hava hoyrt um málið fyrr, sigur Heini O. Heinesen.
Heini greiðir eisini frá, at hann sjálvur var við í bólkinum, ið kannaði 80´árini, og har vóru nógv keðilig mál, ið eisini kundu verið havd á tunguni, men tað loysir seg ikki at grava í fortíðini hjá fólki. Eisini vísir hann á, at hann aldrin persónliga hevði farið aftur í fortíðina, og borið agg ímóti gomlum politiskum avgerðum.
Torbjørn verður ikki útihýstur
Spurdur um hvørjar avleiðingar, Tórbjørn Jacobsen kann vænta sær frá tjóðveldisflokkinum, sigur Heini, at onkrar avleiðingar vera helst, men tað er ikki uppá tal at útihýsa Tórbirni Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum.
- Flokkurin er ikki samdur við Tórbirni í sínum skuldsetingum, og tað sum er farið fram seinastu vikuna, er avgjørt ikki nakar fyrimunur fyri tjóðveldisflokkin, sigur Heini O. Heinesen, og at enda leggur dent á, at nú er tíðin farin við at kasta eftir hvørjum øðrum, og neyðugt er, at samgongan ongantíð ov skjótt fer til arbeiðis.