Útnorðurráðið ársfund í Qaqortoq

Ársfundurin hjá Útnorðurráðnum verður hildin í Qaqortoq í Suðurgrønlandi í døgunum 21.– 23. august.

Ársfundurin hjá Útnorðurráðnum verður hildin í Qaqortoq í Suðurgrønlandi í døgunum 21.– 23. august. Hesaferð er fundurin longdur ein dag, og tíð er sett av til felagsráðstevnu í samstarvi við Norðurlandaráðið.

 

Lars-Emil Johansen, formaður í Útnorðurráðnum, fer at seta ársfundin. Á skránni er orðaskifti um gongdina í Arktis, fiskiskapur, støðan hjá kvinnunum, ferðamannavinna og ferðsla, umhvørvi og veðurlag.

 

Seinasta fundardagin viðtekur Útnorðurráðið tilráðingar, sum síðan verða lagdar fyri tjóðartingini í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

 

Undan ársins ráðstevnum eru innkomin tvey uppskot til tilráðingar. Annað er uppskot at seta á stovn Útnorður eftirskúlar til tess at tryggja, at ungdómurin fær kunnleika um londini í útnorðuri. Hitt uppskotið er, at haldast skal felags ráðstevna um felags geopolitiska veruleikan í dag.

 

Á evnisráðstevnuni, sum varð hildin í Grindavík á Íslandi í januar 2016, hevði Útnorðurráðið eykaaðalfund. Ein áheitan kom burtur úr fundinum: Útnorðurráðið bað stjórnirnar stuðla ráðsins umsókn um at fáa eygleiðarastøðu í Norðurlandaráðnum.

 

Tilsamans luttaka 30 fólk á ráðstevnuni í Suðurgrønlandi. Umframt limirnar í Útnorðurráðnum, luttaka umboð fyri Stórtingið, Norðurlandaráðið, Artic Circle, Nora og Útnorðurgrunnin.

 

Tá evnisráðstevnan var í Grindavík í fjør, varð mentanarkvøld fyri fyrstu ferð á skránni. So mikið væleydnað var tiltakið, at tátturin verður tikin upp aftur í Qaqortoq. Tiltakið verður sunnudagin klokkan 19 í bygdarhúsinum á staðnum, og qaqortoq-búgvum er frítt at luttaka.

 

- Ynskiligt er at hitta íbúgvarnar á staðnum og at læra meira um mentanina hjá hvørjum øðrum, sigur Inga Dóra Markussen, aðalskrivari í Útnorðurráðnum.

 

Skráin fyri mentanartiltakið er forkunnug, og her verða røður, sangur, dansur, og ikki minst matur úr øllum limalondunum.

 

- Tá vanliga ráðstevnan er liðug 23. august, verður felagsráðstevna í samstarvi við Norðurlandaráðið 24. august. Ráðstevnan ber heitið “Burðardygg økismenning í Arktis”, sigur Útnorðurráðið í einari fráboðan í kvøld.