Fundur
Útnorðurráðið, sum er ein samarbeiðsfelagsskapur millum stjórnirnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum, fer í døgunum frá 22.-24 august at fundast í Íslandi.
Seks limir úr hvørjum parlamenti eru limir í Útnorðurráðnum, og í tíðindaskrivi verður greitt frá, at evnini á fundinum verða "vestnordisk fiskeripolitisk samarbejde og EU, energisamarbejde, vestnordisk kultur, klima og miljø, helse og sundhed samt turisme og trafik".
Teir seks føroysku limirnir eru Henrik Old, sum eisini er føroyskur delegatiónsformaður, Alfred Olsen, Høgni Hoydal, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard og Poul Michelsen.