Útnorðurfundur í Oslo: ES-trøllið skal jarðast

Londini í útnorði tykjast samd um, at ein felags umsiting av rávørutilfeinginum hevði verið ein góður trumfur, ið hevði munað væl í altjóða høpi. Jonathan Motzfeldt, formaður í Útnorðurráðnum, helt onga orsøk vera at ræðast ES, um vit samstarva tættari, men norskir politikarar eru meiri varnir at taka økt útnorðursamstarv á tunguna

Eina felags umsiting av tilfeinginum. Tað var helst ítøkiligasta uppskotið til eitt samstarv millum londini í útnorði, tá umboð fyri Ísland, Føroyar, Grønland og Noreg fyri fyrstu ferð hittust á útnorðurfundi í Oslo um vikuskiftið.
Viljanum til samstarv bilar einki. Spurningurin er bara, hvussu eitt samstarv í útnorði kann standa stóra ES-veldinum kurl, og tað snúði ein partur av kjakinum seg um á útnorðurfundinum.
Pallborðsluttakararnir vóru Jonathan Motzfeldt, landstingsformaður í Grønlandi, Siv Friðleifsdóttir, norðurlandaráðharri í Íslandi, Anfinn Kallsberg løgmaður og Høgni Hoydal varaløgmaður úr Føroyum. Tingfólk úr londunum vóru eisini møtt, og tilsamans mundu vera eini 60 luttakarar á fundinum, sum Norsk-færøysk lag bjóðaði til.

Felags tilfeingi
Umframt støðuna sum strandalond í Norðurlantshavi hava londini eisini tað til felags, at tey standa uttan fyri Evropasamveldið, sum stendur í vøkstri.
Jónathan Motzfeldt, formaður í Útnorðurráðnum, mælti til, at tjóðirnar gevast við at ræðast ES og í staðin fáa sær eina felags støðu til ES.
? ES er ein veruleiki, vit noyðast at góðtaka. Vit noyðast eisini at tosa við ES um annað enn fisk. Vit noyðast at gevast at ræðast ES. Felagsskapurin er ein veruleiki, og vit kunnu ikki kasta okkum undir teppið, hvørja ferð onkur sigur ES hart, segði Jonathan Motzfeldt.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, legði dent á, at útnorðursamstarvið gevur londunum møguleika til sínámillum samstarv, men minst líka týdningarmikið er sterka støðan, sum londini kunnu hava, um tey samstarva sum ein felags partur mótvegis ES.
? Føroyar hava royndir frá seinastu meira enn hundrað árunum við fiskiskapi í øllum Norðuratlantshavi. Fyri okkum hevur tað stóran týdning, um londini í útnorði kundu fingið eina felags umsiting av náttúrutilfeinginum, sum er sjálvt grundarlagið undir okkara tilveru, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum fekk stuðul frá bæði Íslandi og Grønlandi í hesum spurningi.

Norðurlendskt OPEC
Vanliga síggja londini í útnorði seg sum eina útjaðara í mun til stóra ES-marknaðin. Høgni Hoydal, varaløgmaður, mælti frá hesum hugsanarhátti.
? Vit eiga ikki at síggja okkum sjálv sum ein útjaðara, men sum sjálvan kjarnan. Um vit seta passaran niður í Føroyar og snara honum, so liggja Føroyar mitt í Norðurlondum, og um tjóðirnar í hesum økjum samstarva, so er eingin ivi um, at vit fáa meira ávirkan ? bæði innan norðurlendska samstarvið og á øðrum samstarvsøkjum, segði Høgni Hoydal.
Hann mælti eins og Anfinn Kallsberg til, at londini í útnorði samstarva um rávørutilfeingið og endurtók sítt uppskot um eitt norðuratlantiskt OPEC, har arbeitt verður fyri at fáa sum mest burturúr tilfeinginum.

Felags umhvørvi
Siv Friðleifsdóttir er umframt norðurlendskur ráðharri eisini íslendskur ráðharri í umhvørvismálum. Hon helt spurningin um havumhvørvið vera av alstórum týdningi fyri londini í útnorði.
? Vit hava nógv til felags, og vit hava nógv samstarv. Okkum dámar øllum hval, og vit byggja okkara búskap á inntøkur frá fiskivinnuni. Hetta ger, at vit hava ein felags áhuga í, at havið eisini í frameftir verður liviligt hjá fiski og súgdjórum. Tí noyðast vit at standa saman ímóti dálkingini av havinum. Fleiri hóttanir eru, sum vit mugu berjast ímóti, segði Siv Friðleifsdóttir.
Russiski oljuflutningurin fram við norsku strondini, dioxin, teknesium og annar umhvørviseitur frá ídnaðinum í Evropa eru átrokandi mál, sum londini í útnorði eiga at taka upp í einum felags átaki, helt íslendski umhvørvisráðharrin.
? Um vit samskipa okkara sjónarmið betur og standa saman í fleiri málum, so kunnu vit gerast ein sterk eind. Eg eri sera bjartskygd fyri útnorðursamstarvinum, sum eg rokni við kemur at geva okkum øll nógv frameftir, segði Siv Friðleifsdóttir.

Norsk tøgn
Noreg er helst sterkasta trumfkortið hjá útnorðurlondunum, men norskir politikarar vilja helst ikki tosa um eitt tættari samstarv í útnorði. Royndir at fáa málið fyri Stórtingið hava ført til, at málið er druknað í fyrisitingini.
Ein er kortini, sum heilhjartaður roynir at tosa fyri einum tættari samstarvi við Føroyar, Ísland og Grønland. Tað er hvalaveiðimaðurin og stórtingspolitikarin Steinar Bastesen. Hann upplýsti á pallborðsfundinum, at hansara flokkur Kystpartiet á landsfundi um vikuskiftið samdist um at arbeiða fyri einum tættari samstarvi. Flokkurin vil eisini hava Grønland, Ísland, Føroyar og Noreg at flyta fiskimarkið út á 250 fjórðingar fyri at tryggja eitt betri eftirlit við filfeinginum.