Útlitini fyri høgum laksaprísum góð

Góðu laksaprísirnir í ár fara helst at halda sær fyrra hálvár næsta ár

Tað var felli í kilensku laksaalingini, sum gjørdi at laksaprísirnir fóru so høgt upp í ár.

 

Alguálop gjørdi, at stórar nøgdir av kilensku laksi doyði. Hóast laksurin ikki skuldi takast enn, so gjørdi hetta, at prísirnir á markknaðinum hækkaðu nógv.

 

Minni útboð av laksi av hesi orsøk verður í veruleikanum ikki fyrr enn 1. og 2. ársfjórðing næsta ár, so alt bendir á, at prísirnir fara at halda sær uppi fyrra hálvár næsta ár.

 

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur at prísirnir hava verið góðir, men hetta higartil ikki hevur givið sama úrslit fyri tann laks, sum er gjørdur til portiónir til brúkaran.

 

Fyrra hálvár í ár hevur deildin, sum stendur fyri hesum havt eitt hall uppá millum 90 og 100 milljónir krónur. Vanliga eru sølusáttmálar fyri hesa vóru gjørdir 18 mánaðir fram. Nú eru nýggir og betri sáttmálar gjhørdir fyri komandi 18 mánaðirnar, so vónin er, at hendan deildin hjá Bakkafrost eisini fer at geva avlop.

 

Á fundi í Bank Nordik greiddi Regin Jacobsen frá gongdini fyrra hálvár í ár og hugdi eitt sindur eftir marknaðinum frameftir.