Útlendskir strámenn yvirtaka føroysku fiskivinnuna

Føroyska fiskivinnan er í ferð við at verða savnað á nøkrum heilt fáu hondum, har útlendskir strámenn eiga ein stóran part.

Tað sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis í frágreiðing síni á flokstinginum í morgun.

Hann staðfestir, at seinastu 8-10 árini hevur fíggjarliga gongdin í fiskivinnuni í stóran mun gingið ein veg seinastu.

- Fyri at fáa fatur á rættinum til at fiska, verða skip og bátar keypt fyri stórar upphæddir, ikki tí at skipini hava tað virðið í sjálvum sær, men tí goldið verður fyri at fáa hendur á fiskiloyvinum sjálvum.

- Hartil fer eisini handil fram við fiskidøgum. Meðan fiskidagar verða skerdir, noyðast tey skip, sum hava tørv á fleiri døgum at keypa sær fiskidagar frá øðrum, ið ikki brúka teir.

Á hendan hátt savnast fiskirættindini á færri og færri hondum og heilar bygdir og øki kunnu knappliga missa síni skip og fiskirættindi við øllum teimum avleiðingum tað hevur við sær fyri fólk og vinnu í økinum.

- Og bara tey, sum hava stóran kapital í rygginum – og helst sterkar strámenn – kunnu leggja seg omaná rættindini.

Høgni Hoydal sigur, at fyri eina fyritøku, ið ikki hevur sterkan kapital aftanfyri seg, er sera trupult at fáa raksturin at bera seg, fyri ikki at tala um at endurnýggja veiðitólið, um tú skalt gjalda stórar upphæddir fyri eitt eldri skip við fiskiloyvi.

- Kapitalur verður samstundis sogin úr vinnuni í stóran mun, tá handlarnir fara fram.

- Og veruliga støðan í dag er, at strámannafígging er inni í stórum parti av flotanum.

- Gjøgnum partar av uppisjóarflotanum og flakatrolarunum eru sterk útlendsk áhugamál aftanfyri og partrolarar og línuskip verða nú eisini keypt við loyvunum.

- Ein, sum vil inn – ella innaftur – í vinnuna, skal hava 10-tals ella 100-tals milliónir í rygginum.

- Gerast fiskiloyvini privat ogn hjá reiðaríum og fyritøkum, kunnu tey øll keypast upp og út av landinum – og tað verður ógjørligt hjá nøkrum at reka fiskivinnu í Føroyum og sleppa framat.

Vit eru altso væl á veg at gerast húskallar í egnum landi – ella í egnum sjógvi.

Høgni Hoydal sigur, at tí hevur Tjóðveldi skotið upp, at ongin skal kunna eiga og selja fiskiloyvini, sum tá bert enda á fáum og útlendskum hondum.

- Ístaðin hava vit mælt til, at fiskidagar og kvotur vera atkomilig á einum almennum og opnum marknaði – bara hjá føroyskum skipum. Og ongin kann leggja seg omaná rættindini, ella selja tey av landinum.

- Skipanin leggur upp til, at tú so at siga “leigar” tær rættin at fiska í ávíst tíðarskeið – og tí ber ikki til at spekulera við at selja víðari til onnur, tí rættindini hava avmarkað gildi, og verða støðugt atkomilig hjá føroyskum skipum og vinnu.

- Í eini slíkari skipan ber eisini til at hava nógv neyvari eftirlit við, at ásetingar um útlendskan kapital verða hildnar.

Høgni Hoydal sigur, at flestu umboð fyri vinnuna geva eisini greiðar ábendingar um, at tey vilja taka lut í eini nýskipan, har tað er vanlig vinnulig kapping, og ikki politisk vinnustýring, ið avger møguleikarnar fyri at mennast.

- Forðingarnar liggja bara í politisku skipanini og teimum vantandi politisku málunum, sigur Høgni Hoydal.