Meðan misnøgdir iranar mólmæla úrslitinum av forsetavalinum, hava myndugleikarnir givið umleið 100 útlendskum tíðindafólkum boð um at fara av landinum Tey útlendsku tíðindafólkini hava fingið at vita, at teirra uppihaldsloyvi verður ikki longt. Myndugleikarnir siga, at tíðindafólkini fingu loyvi at fylgja við forsetavalinum, og nú úrslitið er greitt, skulu tíðindafólkini avstaðaftur.
Valnevndin hevur kunngjørt, at Mahmoud Ahmadinejad bleiv afturvaldur við 63 prosentum av atkvøðunum, og at andstøðuvalevnið, Hossein Mousawi, fekk 34 prosent. Andstøðan leggur myndugleikarnar undir valsvik.
Túsundtals viðhaldsfólk hjá teimum báðum valevnunum hava verið í gøtunum í Teheran og øðrum býum, og nógvastaðni hava samanstoytir verið millum partarnar.