Útlendsk innrás  Føroysk útrás!

Útlendska innrásin í kjalarvørrinum á altjóðagerðini bæði kann og eigur at fáa eina tilsvarandi føroyska útrás. Hetta verður evnið í fyrilestri hjá Petur Holm, stjóra í Kaupthing, á vinnulívsfundi í Klaksvík í kvøld

 
Í fyrilestrinum fer Petur Holm at tosa um ta fíggjarligu altjóðagerðina, har vit lata mørk og hugsunarhátt upp á ein hátt, sum virkar bæði inneftir og úteftir í føroyska samfelagnum. Í løtuni kunnu vit uppliva altjóðagerðina sum eina einvegis innrás í Føroyum. Men vit eiga at gera okkum greitt, at føroyingar fáa tilsvarandi møguleikar í útlandinum. Spurningurin er, hvussu vit gagnnýta hesar møguleikar best.
Á fundinum, fer Eivindur Jacobsen, sum nýliga keypti Klaksvíkar Timburhandil, eisini at greiða frá sínum ætlanum í Klaksvík.
Aftaná uppleggini verða spurningar og kjak á skránni.
Tað er Menningardeildin hjá Klaksvíkar Kommunu, sum skipar fyri fundinum, ið verður hildin á Tekniska Skúla mánakvøldið 21. nov kl. 19