Fótbóltur
Millum føroyskar miðlar var breið semja um, at Christian Lamhauge Holst var størsta positiva føroyska ískoyti, tá skotar vitjaðu seinasta mikudag.
Sum bindiliður millum miðvøll og álop var hann ein av avgjørdu fortreytunum fyri føroyska trýstinum, sum skotar tó hóðraðu undan. Og meira enn ta einu ferðina var annars vælvaksna skotska verjan um ein háls av kropsliga sterka Lyngby-spælaranum.
Og sambært bold.dk, so eru tað eisini onnur, sum hava lagt hetta til merkis. Heimasíðan skrivar, at bæði hollendsk og ensk feløg hava sýnt spælaranum áhuga, og at hann í løtuni illa fær frið fyri feløgum, sum ringja til sín.
Hevur einki hoyrt
Sjálvur sigur spælarin tó, at hann ikki veit nakað um nakran útlendskan áhuga.
- Eg veit líka so nógv ella lítið, sum øll onnur vita. Eg havi sáttmála við Lyngby, so um fyrispurningar eru, so eiga hesir at fara ígjøgnum teir. Og undir øllum umstøðum vil eg gjarna njóta løtuna her og nú. Sunnudagin vissaðu vit okkum uppflyting til superliguna, og beint nú er tað hetta, sum rúmar mest í mínum tonkum.
- So sjálvur vil eg gjarna njóta løtuna her, áðrenn eg fari at gera viðmerkingar til gitingar um tað, sum møguliga kann henda í framtíðini, sigur Christian Lamhauge Holst.