Tá ið Faroe Seafood fór á húsagang, stóðu fleiri hundrað fólk, føroyingar sum útlendingar, við ongum arbeiði.
Eingin væntaði, at tað fór at ganga so long tíð, til virkini lótu upp aftur, og tí varð skipað so fyri, at útlendingarnir ikki beinanvegin vórðu sendir av landinum men komu undir somu skipanir sum hini arbeiðsleysu fólkini í Føroyum.
Men nú er tilgongdin byrjað, at útlendingarnir, sum einki arbeiði hava í Føroyum, mugu fara heim aftur. Umleið 40 hoyringsskriv eru send politinum í Føroyum frá danska stovninum Udlændingeservice.
Fleiri av teimum útlendingunum eru farnir úr Føroyum, og nøkur hava verið heppin at finna annað arbeiði. Útlendingarnir kunnu tó ikki sum føroyingarnir bara skifta arbeiði. Udlændingeservice skal geva loyvi, og Udlændingeservice hevur lovað at avgreiða tey málini heilt skjótt.