Útlendingarnir í TB farnir í feriu

Útlendingarnir hjá TB hava allir fingið vetrarfrí, teir fóru av landinum týsdagin, og koma væntandi aftur til kappingarbyrjan í komandi ári

- Orsøkin til at teir eru farnir í feriu nú, er tann at TB eftir ætlanini skuldi spæla móti HB, síðsta sunnudag, men dysturin varð útsettur, og ferðaseðlar til útlendingarnar vóru longu bílagdir, sigur ein harmur Jóan Petur Olgarsson, formaður í TB.

Hetta at TB verður sínar útlendsku spælarar fyri uttan í dystinum ímóti HB leygardagin, fer óivað at seta sín dám á dystin.