Útlendingamál
? Vit klára ikki at halda eina forsvarliga avgreiðslutíð í útlendingamálum.
Tað viðgongur Bergur Berg í innlendismálaráðnum, blankt.
Tað er hann, sum hevur við útlendingamál at gera í innlendismálaráðnum og hann sigur, at tað tekur alt ov langa tíð at viðgera tey útlendingamál, sum koma til ráðið.
À síðu 16 og 17 í blaðnum í dag ber til at lesa um Natashu Vukotic í Hvalba, sum nú hevur bíðað í meiri enn eitt heilt ár eftir einum ummæli úr innlendismálaráðnum í sambandi við eina umsókn um at fáa arbeiðsloyvið longt.
Bergur Berg kann ikki gera viðmerkingar til einstøk mál, tí talan er um persónlig mál.
Hann sigur kortini, at tað eru fá mál, sum taka so drúgva tíð.
? Men tað eru ólukkuliga nógv mál sum taka einar sjey mánaðir at avgreiða og støðan er avgjørt ikki nøktandi hjá teimum útlendingum, sum skulu bíða eftir svari.
Klára ikki at arbeiða undan
Bergur Berg sigur, at í 2003 setti fútin seg í landsstýrið í sambandi við útlendingamál. Fútin metti at ov nógv loyvi vórðu givin og at summar umsóknir, sum vórðu játtaðar, vóru ov ógreiðar, so at fútin ikki fekk røkt sínar eftirlitsskyldur til fulnar.
Tá avgjørdi landsstýrið av at leggja útlendingamálini undir innlendismálaráðið.
?Ùtgangsstøðið í lógini er, at útlendingar fáa ikki arbeiðsloyvi í Føroyum uttan so at "væsentlige erhvervsmæssige hensyn" ella "væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn" tala fyri tí.
"Erhvervsmæssige hensyn" eru, tá ið talan er um, at útlendingurin hevur ein serkunnleika, sum tørvur er á í vinnuni.
"Beskæftigelsesmæssige hensyn" er tá ið talan er um, at trot er á arbeiðsmegi.
? Støðan við útlendingum var, at eitt munandi tal hevði fingið arbeiðsloyvi til ófaklært arbeiði, samstundis sum ALS sigur, at eitt munandi tal av føroyingum eru tøkir á arbeiðsmarknaðinum.
Bergur Berg sigur, at sostatt skuldi nógvir av hesum útlendingum ikki havt fingið arbeiðsloyvi í Føroyum, soleiðis sum lógin er orðað.
? Tí mælti umsitingin í innlendismálaráðnum frá, at arbeiðsloyvini vórðu longd.
Men hetta skapti til politiskt rumbul og eftir eini tíð endaði við eini semju við danir um at útlendingar, sum halda fram hjá sama arbeiðsgevara við eini nøktandi inntøku, kundi fáa arbeiðsloyvini longd.
? Men ímeðan var rúgvan av óavgreiddum umsóknum vaksin, og samstundis varð manningin í innlendismálaráðnum skerd, tá ið miðfyrisitingin varð skerd.
Bergur Berg sigur, at umsitingin boðaði frá, at hon fór ikki at megna at halda eina nøktandi avgreiðslutíð við teirri arbeiðsorku, vit hava og tað hevur umsitingin boðað frá fleiri ferðir síðani.