Nývaldi formaðurin í sosialdemokratiska flokkinum í Svøríki, Stefan Löfven, ætlar ikki, at sosialdemokratarnir skulu sita leingi í andstøðu í Ríkisdegnum afturat.
-Eg takki fyri álitið, og nú fara vit at arbeiða saman fyri at endurvinna valdið, segði tann 54 ára gamli formaðurin aftan á ein leiðslufund hjá flokkinum í gjár. Hann segði, at tað týdningarmesta fyri flokkin nú er at leggja fram ein arbeiðsmarknaðarpolitikk, sum skal útvega fleiri arbeiðspláss.
Sosialdemokratiski flokkurin í Svøríki er í stórari kreppu. Flokkurin hevur mist nógvar veljarar síðani ríkisdagsvalið í 2010, og nú siga bara 25 prosent, at tey styðja flokkin. Á valinum í 2010 fekk flokkurin góð 30 prosent, og ta fyrstu tíðina undir valstríðnum tá var undirtøkan uppi á 40 prosentum.









