Mette Frederiksen ger greitt, at hon sum tað fyrsta, um hon verður forsætisráðfrú, fer at geva Godhavnsdrengene eina almenna umbering vegna donsku stjórnina.
Tað segði forkvinnan í Javnaðarflokkinum á Fólkafundinum á Bornholm í gjár.
Godhavnsdrengene vóru í 1960'unum á tí statsliga dreingjaheiminum í Gribskov fyri grovum harðskapi bæði kropsliga, sálarliga og kynsliga eins og at starvsfólkin gjørdu royndir við heilivági við dreingjunum.
##med2##
Mette Frederiksen hevur í fleiri ár hildið, at ein almenn umbering frá donsku stjórnini var upp á pláss. Men skiftandi stjórnir hava ikki gjørt tað. Nú skal tað vera, heldur hon.
– So tá onkur spyr meg, hvat eg vil gera sum tað fyrsta, um eg verði forsætisráðfrú, so er svarið, at eg vegna fortíð okkara, nútíð okkara og felags framtíð okkara fari eg at geva Godhavnsdrengene eina almenna umbering, sigur Mette Frederiksen.
Hon arbeiðir í løtuni við at tryggja sær ein meiriluta, sum vil stuðla undir eina javnaðarstjórn.
Godhavnsdrengene hava í nógv á stríðst fyri at fáa eina almenna umbering frá statinum. Men higartil uttan úrslit.
– Hetta er ein av døkkastu kapitlunum í nýggjar danmarkarsøgu. Men vit kunnu enn røkka at geva offrunum uppreisn, sigur Mette Frederiksen.
– Mong av børnunum liva tíbetur enn í dag. Tey børn, vit svíktu ta ferðina, hava fingið arr á sál og sinn. Nøkur teirra hava livað eitt ringt lív síðani tá. Onnur hava stríðst seg til eitt frægari lív.
– Í felag hava tey stríðst fyri at fáa eina almenna umbering frá Danmark.
Nøkur halda, at vit kunnu ikki taka ábyrgd fyri tí, sum hendi tá. Tey siga, at tað var ein onnur tí. Og jú, tað var tað.
– Men tey brotsverk, sum vórðu framd ímóti børnunum, vóru eisini brotsgerðir tá. Samfelagið kann ikki frásiga sær ábyrgdina, sigur hon.
Men fyrst skal forkvinnan í javnaðarflokkinum kunna kalla seg forsætisráðfrú fyri at geva eina almenna umbering.
##med3##
Stjórnarsamráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tey Radikalu, SF og Eindarlistan verða tiknar uppaftur í dag eftir tveir frídagar vegna fólkafundin á Bornholm.
Politsika framsøgufólkið hjá Eindarlistanum, Pernille Skipper, fegnast um boðini.
– Tað sita nógvir trøllvasksnir menn heima, hvørs hjarta bløðir upp á tann góða mátan. Teir hava stríðst fyri hesum í fleiri ár, og teir hava uppiborið hetta.
– Tað snýr seg um at viðurkenna, at danski staturin hevur ábyrgdina fyri tí, og at tann danski staturin sveik, tí teir vóru fyri ágangi, harðskapi og misnýtslu, sigur hon.
Hon heldur eisini, at Danmark eigur at koma við eini umbering fyri trælahandil í Danska Vesturindia, men tað er ikki eitt beinleiðis krav í samráðingunum.
/ritzau/