Ætlanin hjá samgonguni at lækka skattin má steðgast

Samgongan ætlar at geva teimum vælbjargaðu næstan alt, men tey lágløntu fáa næstan onki. Tí má hesin ultra liberali skattapolitikkurin hjá samgonguni steðgast, siga tey stóru fakfeløgini

- Hesin ultraliberali skattapolitikkurin hjá samgonguni má steðgast.
Tað staðfesta øll tey fimm arbeiðarafeløgini í Føroyum.
Tey hava viðgjørt ætlanina hjá samgonguni at lata skattalætta næsta ár og í 2008.
Niðurstøðan hjá arbeiðarafeløgunum er, at ætlaði skattalættin hesi bæði næstu árini, kann skaða vælferðarstøðið í Føroyum. Og serstakliga kann hann skaða vælferðarstøðið í landinum tey næstu árini.
Saman við fleiri øðrum fakfeløgum, fingu arbeiðarafeløgini høvi at bera síni sjónarmið fram fyri fíggjarnevndina hjá Løgtinginum í gjár.
- Men tíverri var hetta bara upp á kvamsvís, tí vit fingu greitt at vita frá umboðunum hjá samgonguni, at avgerðin var longu tikin
- Tí veit eg ikki, hvat vit vórðu boðsend til, sigur Ingeborg Vinther.
Saman við arbeiðarafeløgunum, vóru eisini umboð fyri  Starvsmannafelagið, Føroya Handverkarafelag, felagið hjá sjúkrarøktarafrøðingum og Yrkisfelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum við á fundinum í fíggjarnevndini.
 
Vælbjargað fáa alt
Ingeborg Vinther sigur, at útrokningar hjá arbeiðarafeløgunum vísa, at skattalættin vendir fullkomiliga skeivt, tí tað vera tey við háløntu, sum fáa næstan alt, men tey lágløntu fáa næstan onki.
- Útrokningar vísa, at tann hálønti, sum forvinnur eina millión um árið, fær 11-13 ferðir so høgan skattalætta í 2007 og 2008  sum tann láglønti fær, ið vinnur millum 150.000 - 200.000 krónur um árið.
Serliga vónbrotin eru fakfeløgini av, at tað skal vera javnaðarflokkurin, ið stendur á odda fyri einum so sosialt ójavnum og órættvísum skattalætta, sum tey taka til. 
- Javnaðarflokkurin er bygdur á javnaðarhugsjónina og hevur til stavnhald at burturbeina sosialar ójavnar og sosialt órættvísi. Tí eigur Javnaðarflokkurin ikki at stuðla ultraliberala skattapolitikkinum hjá Bárði Nielsen, landsstýrismanni í skattamálum og Fólkaflokkinum, sigur Ingeborg Vinther.
Hon heldur, at meiningin við skattapolitikkinum kann og eigur ikki at vera, at skapa øktan sosialan ójavna millum láglønt verkafólk og háløntar lønmóttakarar.
- Skattapolitikkurin eigur sjálvsagt heldur ikki at úthola vælferðarsamfelagið, leggur hon afturat.
 
Kann skaða vælferðarsamfelagið
Tá ið fakfeløgini vóru í fíggjarnevndini í gjár,  fingu tey eisini boðað frá, at hevur landið ráð at geva skattalættar, má samgongan og Javnaðarflokkurin syrgja fyri, at teir venda sosialt rætt.
- Skattapolitikkurin eigur at verða eitt amboð, har syrgt verður fyri, at breiðastu herðarnir bera tyngstu byrðarnar. Skattapolitikkurin eigur at vera soleiðis, at tey við høgu lønunum rinda ein rímiliga høgan skatt at tryggja samhaldsfasta vælferðarsamfelagið Føroyar.
Tí staðfesta fakfeløgini, at skattapolitikkurin hjá samgonguni má steðgast, tí hann hevur til endamáls at geva teimum tann størsta lættan, sum hava minst tørv á honum.
- Skattagrundarlagið má vera á slíkum støði, at landið hevur ráð at menna vælferðina á pensjónsøkinum og øðrum økjum, sum eru afturúrsigld.
Tí er beinanvegin neyðugt at taka av ella hækka lægstu fyritíðarpensjón, tí henda pensjón er alt ov lág og má eftir fátækramarkinum hjá E. S. metast hon metast at vera ein fátækrapensjón, siga fakfeløgini.
 Tey staðfesta eisini, at búskaparfrøðingar hava boðað frá, at skattapolitikkurin hjá samgonguni er skaðiligur fyri landsbúskapin.
- Skattalættarnir, sum eru í umbúna, kunnu skaða vælferðarstøðið og serstakliga kunnu teir skaða vælferðarstøðið í framtíðini.
Fakfeløgini vísa á, at búskaparfrøðingar hava mett, at skattalættin kann seta enn meiri ferð á búskapin, hóast ferðin longu er ríkiliga stór. Hann kann føra til príshækkingar og lægri vælferð, tí minni skattapeningur verður at skapa vælferð fyri.
Samstundis vísa teir á, at skattalættin kann ikki skapa meira arbeiði og harvið hægri arbeiðsinntøku til arbeiðandi fólkið, tí allar arbeiðsførar hendur eru í arbeiði frammanundan.
Ingeborg Vinther sigur, at sostatt er onki ið talar fyri, at tað er forsvarligt at lata skattalætta, soleiðis sum samgongan ætlar.
- Men metir samgongan framvegis, at landið hevur ráð at geva skattalættar hesi bæði næstu árini, má lættin latast teimum, ið hava brúk fyri honum og tað eru tey yvir 12.000 verkafólkunum her á landi, ið eru láglønt.
Útrokningarnar vísa annars, at tey, sum forvinna 100.000 krónur, fáa 330 krónur í skattalætta hesi bæði næstur árini og tey fáa tilsamans 2.080 krónur í skattalættta í árunum 2003 til 2008. Tey, sum forvinna 150.000 krónur um árið, fáa 855 krónur í skattalætta í 2007 og í 2008. Tilsamans fáa tey 3.030 krónur í skattalætta frá 2003-2008.
Tey, sum  forvinna 200.000 krónur, fáa 980 krónur í skattalætta hesi bæði næstu árini, men frá 2003-2008 fáa tey 8.405 krónur í skattalætta.
Men tey, sum forvinna 550.000 krónur um árið, fáa 9.655 krónur í skattlætta tey bæði næst árini og tey fáa tilsamans 22.385 krónur í skattlætta