Ætlanin hjá Høgna Hoydal er deyðadømd

Høgni Hoydal er úti í rúmdini og ætlanin hjá honum at skipa ein nýggjan, kongligan einahandil, er deyðadømd

– Hetta er avgjørt eitt upplegg, tað ber til at samráðast um.

 

Tað heldur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Tað, hann sipar til, er uppskotið, Sambandsflokkurin legði fram fyrr í vikuni um, hvussu fiskivinnan skal nýskipast. Uppskotið er eitt ítøkiligt mótspæl til ætlanina hjá samgonguni um at skipa eina uppboðssølu.

 

Jørgen Niclasen heldur, at hetta er avgjørt eitt upplegg, tað ber til at samráðast um. Hinvegin er hann púra sannførdur um, at ætlanin hjá Høgna Hoydal um ein »kongligan einahandil«, sum hann kallar uppboðssøluna, hevur ongan møguleika at vinna frama.

 

Hann sigur, at Høgni Hoydal »samráðist úti í rúmdini, men uppleggið hjá Sambandsflokkinum hevur betri fatur á politisku skipanini.

 

Les eisini: Vinnan skal rinda eitt rímiligt gjald fyri tilfeingi 

 

Les eisini: Størri frælsi til reiðaríini

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu Jørgen Niclasen metir útlitini fyri eini fiskivinnunýskipan eftir nýggja útspælið frá Sambandsflokkinum.