Ætlan um skúlahópdráp avdúkað

Løgreglan í býnum Tampa í amerikanska statinum Florida hevur eftir øllum at døma forðað fyri einum hópdrápi á einum studentaskúla í býnum.

Í apríl í gjár varð tann 17 ára gamli Jared Cano burturvístur frá skúlanum Freedom High School, og aftan á tað legði hann ætlanir um eitt bumbuálop, sum skuldi taka fleiri mannalív enn tað tiltikna Columbine-hópdrápið í 1999.

Løgreglan helt eyga við Jared Cano. Løgreglan hevði fingið eina ábending um, at hann hevði ætlanir um eitt álop á skúlan, tá næmingarnir skuldu byrja aftur eftir summarfrítíðina, og heima hjá dronginum fann løgreglan eina bumbu, sum hann var í ferð við at seta saman. Hann varð alt fyri eitt handtikin og settur í varðhald.

Chris Farkas, sum er skúlastjóri á Freedom High School, sigur, at skúlin fær javnan hóttanir, men at hann bleiv skelkaður, tá hann frætti um ætlanina hjá Jared Cano.

Í hópdrápinum í Columbine skutu tveir menn 13 fólk, áðrenn teir tóku lívið av sær. Í Freedom High School eru 2.100 næmingar, og sambært løgregluni ætlaði Jared Cano at drepa bæði næmingar og lærarar.