Norska farmaskipið "Berge Danuta" tók í gjár 13 fólk av einum báti í meksikanska flógvanum. Tað vísti seg, at fólkini vóru kubanar, og at tey ætlaðu sær til Florida. Tá tað norska skipið kom fram á tey, var báturin 235 fjórðingar úr Kuba, men langt vestan fyri ta ætlaðu kósina.
Skiparin á "Berge Danuta" sigur við NTB, at fólkini høvdu verið 30 samdøgur á sjónum, og at bara ein ár var í bátinum.