Í 1950-árunum arbeiddu amerikanarar við einari ætlan um at spreingja eina kjarnorkubumbu uppi á mánanum. Tað var stjørnufrøðingurin Carl Sagan, sum kom við ætlanini, og endamálið var at vita, hvussu gass og vatn hátta sær í einari spreinging. Men endamálið var eisini at sannføra Sovjetsamveldið
um, hvussu nógv fremri USA var á kjarnorkuøkinum.
Alisfrøðingurin Leonard Reiffel, sum var við í verkætlanini, hevur sagt við tíðindastovuna AP, at amerikanararnir ætlaðu at fullføra spreingingina í 1959, eftir at Sovjetsamveldið hevði havt Sputnik úti í rúmdini.
Men ætlanin var av ongum, og tað komst helst av, at menn fóru at stúra fyri, hvørjar avleiðingar ein kjarnorkuspreinging á mánanum kundi fáa fyri fólk á jørðini, um eitt ella annað óhapp skuldi hent í sambandi við sjálva spreingingina. Harafturat dugdi serfrøðin ikki rættiliga at siga, hvørjar avleiðingar tað kundi fáa at breiða geislavirkið evni á mánanum.
Stjørnufrøðingurin Alexis Brandeker, sum arbeiðir á lærda háskúlanum í Stockholm, sigur við Aftonbladet, at ein kjarnorkuspreinging á mánanum kundi fingið sera álvarssamar avleiðingar.
-Høvdu teir sprongt mánan burtur, høvdu vit fingið sera ógvusligar árstíðir, sigur Brandeker.
Amerikanska flogvápnið vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini.