Ætlaði at floyta dystin av

Tað var líka við, at dysturin ímillum Kroatia og Kekkia ikki bleiv spældur liðugur.

Tað var í dystinum ímillum Kroatia og Kekkia í bólki D í gjár, at EM enn einaferð varð merkt av sonevndnum viðhaldsfólkum, ið ikki dugdu sær hógv. Kroatia var á odda 2-1 og ávegis sigri eftir meira enn 80 minuttir, tá ið nakrir av kroatisku áskoðarunum fóru at berjast sínamillum. Eisini var ymiskt fýrverk við í leikinum, og millum annað var tað reint hepni, at eitt trygdarfólk ikki stóð við einum kanónslagi í hondini, tá ið tað brast.

 

Hendingin viðførdi, at dysturin varð steðgaður í fleiri minuttir. Í dag kunnger UEFA, at í dómarafrágreiðingini frá roynda Premier League-dómaranum, Mark Clattenburg, sum dømdi dystin í gjár, stóð, at hann hevði ætlanir um at floyta dystin av.

 

So galið bleiv tað tó ikki, tí at dysturin varð spældur liðugur. UEFA hevur tó kunngjørt, at hendingin fær okkurt slag av avleiðingum fyri Kroatia.

 

Fyri at gera ilt verri omaná gerðirnar hjá ófriðarkroppunum á áskoðaraplássunum, so misti Kroatia sigurin í yvirtíðini, tá ið Kekkia javnaði til 2-2, ið gjørdist endaliga úrslitið.