Ætlaði at brenna skúlan niður

Ein av næmingunum á Fjordskolen, ið hevði serliga stórar trupulleikar, boðaði ein dagin frá, at hann ætlaði sær at seta eld á skúlan í vikuskiftinum.

Hetta var sjálvandi ein álvarslig hóttan, serliga tí her var ikki bert talan um ein skúla, men um heimið hjá Ingvaldi, konu hansara og børnum hansara. Men ístaðin fyri at øsa seg, spurdi Ingvald, hví hann ætlaði at bíða til vikurskiftið, hví hann ikki gjørdi tað sama dag. Hetta hevði næmingurin trupult við at svara. Ingvald spurdi so um hvussu hann ætlaði at gera tað, teir fóru síðan undir eina stóra ætlan um hvussu best kundi setast eld á skúlan, og hvat skuldi gerast fyri, at hetta skuldi eydnast. Eftir eina løtu bakkaði næmingurin út.