Ætla at taka alguroyndir aðruhvørja viku

– Alivinnan er ein háváðavinna. Tað sæst á støðuni, nú algur gera um seg, og nógvur laksur er deyður í Norra. Tað er trupult at verja seg, um hetta skuldi hent í Føroyum. Vit ætla tó at fylgja betur við og taka alguroyndir aðruhvørja viku, sigur Atli Gregersen, stjóri á alifyritøkuni Hiddenfjord

Stjórin hevur fylgt við støðuni í Norra síðstu dagarnar, og hann heldur, at hon er álvarsom.

– Vit í føroyska alivinnuni hava gott nokk vunnið nógvan pening seinnu árini, men tað er eisini neyðugt fyri at hava nakað at standa ímóti við, um sjúka ella annað brádliga rakar, og vit uppliva stórt felli. Vit eru í eini vinnu, ið ber sera stóran váða við sær, sigur Atli Gregersen.

Hann heldur ikki, at tað verður nógv væl kannað, hvussu støðan er við algum á alistøðunum kring Føroya.

– Tað átti helst at verið betri skipað, so at fylgt varð við, um vandi er fyri, at algur fara at raka eitt alibrúk. Tað er lættari hjá tí villa fiskinum. Hann svimur bara burtur. Fiskurin í einum alibrúki sleppur ongan veg, sigur Atli Gregersen.

– Vit í Hiddenfjord ætla nú sjálvi at taka alguroyndir aðruhvørja viku fyri at vita, hvussu algustøðan er, so vit fáa fylgt eitt sindur betri við. Tað verður væntandi Fiskaaling og Havstovan, sum fara at kanna royndirnar, sigur Atli Gregersen.  

Les alla samrøðuna við Atla Gregersen um aktuellu støðuna í alivinnuni í Vikuskiftissosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið.