– Vit arbeiða við eini loysn, har vit spæla dystirnar, við áskoðarum.
Tað sigur Christian Andreasen, formaður í fótbóltssambandinum við tíðindini á útvarpsrásini, FM1 í dag.
Eftir ætlan skuldi landskappingin í fótbólti byrja um vikuskiftið, men dystirnir vórðu avlýstir av vandanum fyri corona-smittuni.
Heilsumyndugleikarnir í Føroyum hava mælt til, at tiltøk, har fleiri enn 500 fólk savnast, verða avlýst.
Christian Andreasen sigur við FM1, at tilmælini eru ikki serliga ítøkilig og tí hevur Fótbóltssambandið fingið sær sín egna heilsufakliga ráðgevara.
Og sostatt er ætlanin at landskappingin skal byrja næsta vikuskifti – og ætlanin er, at tað skal vera við áskoðarum.
Men ætlanin er kortini at seta tiltøk í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr formannin í Fótbóltssambandinum greiða frá.