Ætla at gera fleiri grundstykki út á Tvøroyri

Tvøroyrar Kommuna ætlar nú at keypa eina stóra trøð mitt á Tvøroyri til grundstykki

Útstykking

Tvøroyrar Kommuna arbeiðir nú við at útvega eitt stórt øki til grundstykki.
Tað er ikki á hvørjum degi, at Kommunan á Tvøroyri hevur grundstykki at bjóða fólki, sum vilja byggja og tað eru enntá tey sum siga, at hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at kommunan fer undir eina útstykking í stórum mátistokki.
Tað er nú nakað síðani, at Tvøroyrar Kommuna keypti 6000 fermetrar av Heiðatrøðini miðskeiðis á Tvøroyri, beint við Keypsamtøkuna.
Ta ferðina var ætlanin at fara undir íbúðarbygging á Trøðini.
Men tað datt niðurfyri og nú ætlar Kommunan eisini at keypa, tað, sum eftir er av Heiðatrøðini.
Tilsamans er Heiðatrøðin einar 20.000 fermetrar til støddar, so tað eru einir 14.000 fermetrar, sum kommunan nú ætlar at samráðast við eigaran um at keypa, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.
Borgarstjórin metir, at tað verða eini 30 grundstykki á Heiðatrøðini. Men spurningurin er um ein partur av trøðini skal brúkast til almenn endamál.
? Tað er ikki avgjørt enn, men eitt, sum hevur verið frammi, er at seta ein part av trøðini av til ætlaða heilsuskúlan á Tvøroyri, sigur Kristin Michelsen.