Minst tvey filmsfeløg hava longu lagt ætlanir um at gera ein film um Madeleine McCann og foreldur hennara.
Ein talsmaður fyri annað filmsfelagið sigur við avstralska blaðið The Sidney Morning Herald, at felagið vil ikki almannakunngera sínar ætlanir, fyrr enn gátan um Madeleine McCann er loyst, ella til myndugleikarnir velja at leggja málið til viks sum óloyst.
- Høvdu vit farið í gongd nú, høvdu vit fingið nógvar atfinningar, sigur talsmaðurin hjá øðrum filmsfelagnum. Hann viðgongur kortini, at felagið hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvør skal ella kann spæla høvuðsleiklutirnar í tí ætlaða filminum. Tað er ikki hvør sum helst, tí gongst eftir ætlan ætlar felagið at fáa Russel Crowe at spæla leiklutin sum Gerry McCann, meðan Cate Blanchett skal spæla leiklutin sum Kate McCann.