Á fundinum hjá Altjóða Hvalaveiðinevndini hevur suðurkoreanska umboðanin boðað frá, at landið umhugsar at fara undir hvalaveiði til vísindaligt endamál.
Avstralia, Ný Sæland og onnur lond eru harðliga ímóti suðurkoreonsku ætlanini, men suðurkoreanski umboðsmaðurin á hvalaveiðifundinum, Park Jeaong-Seok, svaraði stutt, at Suðurkorea heldur seg ikki hava skyldu til at siga øðrum londum frá, áðrenn landið fer at veiða hval. Hann legði afturat, at Suðurkorea kann ikki taka undir við teimum, sum eru ímóti at veiða og at drepa hval.
Tað er ikki greitt, hvussu nógvan hval suðurkoreanar ætla at veiða. Teir er heldur ikki greitt, hvørji hvalasløg teir ætla at veiða, men hildið verður, at teir í hvussu er ætla at skjóta sildreka í Japanska Havinum.