Gongst eftir ætlan fara kinesiskir rúmdarmenn at dyrka grønmeti á mánanum og á Mars eina ferð í framtíðini.
Tann almenna tíðindastovan Xinhua skrivar, at ætlanin er úrslit av fleiri kanningum, sum eru gjørdar í Beijing. Tær vísa, at tað ber væl til at dyrka nøkur sløg av grønmeti í innilokaðum urtagørðum, og at urtagarðarnir samstundis kunnu útvega rúmdarmonnunum súrevni og vatn.
-Í framtíðini kunnu kinesiskir rúmdarmenn fáa frískt grønmeti til tær ymsu máltíðirnar, meðan teir eru har úti, sigur granskarin Deng Yibing við Xinhua.
Kinesiska rúmdarumsitingin hevur ætlanir um at seta eitt ómannað rúmdarfar á mánan næsta ár, og ætlanin er so at senda eitt mannað far hagar seinni.
Tann fyrsti kinesiski rúmdarmaðurin, Yang Liwai, var úti í rúmdini í 2003 í rúmdarfarinum Shenzhou 5.