Samkomur
Nógv ymiskt virksemi er í Berøa í Saltangará, og sum tíðin er liðin, eru hølini vorðin ov trong og ótíðarhóskandi. Bygningurin er smalur, og møguleikarnir eru avmarkaðir. Hugsandi er tó, at tað enn gongur ein tíð, áðrenn ein nýggjur bygningur stendur uppi á økinum, har Berøa er í dag.
Takast niður
Oddur Lamhauge veit at siga, at ein nevnd er sett at fyrireika bygging, og í henni sita Ábraham Løkin, Áki í Skemmuni og Magnus Rasmussen.
- Ætlanin er at taka gamla húsið niður og byggja ein nýggjan bygning, sum fer at venda eystur og vestur. Samstundis er ætlanin at "flyta" okkum nakað longur norður.
Oddur sigur, at nýggi bygningurin verður heilt øðrvísi enn hin verandi ? við einum trivaligum kjallara og stórum sali, sum fer at hava ymiskar møguleikar.
Hann heldur ikki, at neyðugt verður at veksa um sjálvt grundøkið, men talan er um at fáa meira burtur úr økinum, sum er niðanfyri.
- Sum eg havi skilt, umhugsar kommunan at lyfta lendið í niðara borð upp, soleiðis at meira fæst burtur úr økinum norður ímóti posthúsinum, eitt nú til nýggj parkeringsøki, sum tørvur altíð er á,vísur Oddur á.
Gamal bygningur
Berøa í Saltangará hevur sína søgu.
- Hetta er gamla Ebenezer, sum miðskeiðis í sekstiárunum varð tikið niður í Havn og sett uppaftur í sama stíli her í Saltangará.
Oddur heldur, at bygningurin soleiðis er eini 100 ára gamal.
- Men hetta veit onkur meira at siga um enn eg, leggur hann aftrat.
Á Toftum byggir brøðrasamkoman nýtt Nebo á økinum norðanfyri Føroya Banka, og her er tað Haldur Vang, byggimeistari, sum hevur eftirlit við byggingini.
- Eg vænti, at byggiætlaninar í Saltangará fara at bíða, til komið er undir land á Toftum um eini tvey ár ella so. Tað er eitt ov stórt tak hjá brøðrasamkomuni at hava tvær slíkar byggingar í gongd í senn og við tað, at vit bíða eitt sindur í Saltangará, kunnu vit stuðla uppundir byggingina á Toftum, sigur Oddur Lamhauge.
Nógv virksemi
Í Berøa í Saltangará eru annars nógv ymisk tiltøk gjøgnum vikuna.
Fríggjakvøld eru ungdómsmøtir, leygarkvøld hugnaløta og sunnudagar er sunnudagsskúli og breyðbróting. Sunnukvøld er eisini evangeliskt møti, og mikukvøld er bønarmøti.
Mánadag og týsdag eru bíbliutímar fyri ung, og mikukvøld er dramabólkur.
Í Berøa er eisini kvinnumøti annan hvønn mánadag.