Nógvu tey seinnu árini eru fleiri vinnulig feløg flutt aðra staðni frá og í nýggjar bygningar á Rituvíkshálsi, sum burturav er øki í Runavíkar kommunu at byggja vinnubygningar á.
Sambært tí, sum varð upplýst, tá ið Runavíkar býráð hevði fund hóskvøldið, so er áhugin stórur fyri at byggja á Rituvíkshálsi. Tí samtykti býráðið hóskvøldið eftir tilmæli frá byggi- og býarskipanarnevndini at taka undir við uppskot hjá teknisku deild um t fara undir at fyrireika at gera klárt til fleiri grundstykkir og í tí sambandi at játta pengar til at leingja Skoragøtu.








