Ætla at byggja dansistað í Klaksvík

Klaksvíkar býráð hevur samtykt at selja eitt øki aftan fyri skýlið við fótbóltsvøllin. Tað skal ætlandi brúkast til at byggja eina dansihøll á. Í samtyktini, sum býráðið gjørdi fyrrakvøldið, stendur millum annað, at økið hevur langa traditión fyri at hava dans. Atlantis og KÍ-høllin og ikki minst tann gamla dansistovan eru eisini í grannalagnum.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sigur við Norðlýsið, at tað leingi hevur verið ynski um at fáa eitt dansistað í Klaksvík. Hon sigur, at tað hevur verið áhugi frá privatum at byggja slíkt stað, og nú verður so møguleiki at ogna sær økið til endamálið.

-Sjálv haldi eg at tað er tørvur á slíkum staði í býnum ikki minst fyri at halda ungdómin í býnum um kvøldarnar, sigur borgarstjórin við blaðið.