Málið var komið í rættarnevndina, tá ið 126 undirskriftir vórðu handaðar rættarnevndini.
Tað vóru Ingrid S. Henriksen, Thordis Skaalum og Bozena Rasmussen, ið tóku stig til undirskriftainnsavnanina og handaðu rættarnevndini mótmælisundirskriftirnar týsdagin 2. apríl.
##med2##
Seinni var Landsfelag Pensjónist eisini úti og mótmælti.
— Við hesi lógini ber til at gera mismun vegna aldur, tá ið persónur hevur nátt pensjónsaldur. Tað skal ikki vera loyvt at siga fólk úr starvi vegna aldur, segði Beata L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista.
Nú hevur landsstýrið valt at heitt á rættarnevndina um at fremja eina broyting í lógaruppskotinum um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Samferðslumálaráðið og fíggjarmálaráðið siga í tíðindaskrivi, at broytingin skal tryggja, at aldursmismunur ikki kann verða gjørdur á arbeiðsmarknaðinum, heldur ikki viðvíkjandi fráfaringaraldri.
Tey skriva víðari, at landsstýrið ynskir at taka av almenna fráfaringaraldurin, sum í dag er 70 ár. Endamálið er at tryggja, at mismunur ikki kann gerast á fólki vegna aldur. Um løgtingið tekur undir við hesum, vil tað framyvir verða soleiðis, at ongin fastur fráfaringaraldur er hjá landinum. Hetta vil tryggja, at ongi starvsfólk hjá landinum kunnu verða biðin um at fara úr starvi bert vegna aldur.
Samstundis sum nýggja lógin fær gildi, fer fíggjarmálaráðið at seta rundskrivið um fráfaringaraldur hjá landinum úr gildi.
Samanlagt fara hesar báðar broytingarnar at tryggja, at aldursmismunur ikki kann verða gjørdur á arbeiðsmarknaðinum, heldur ikki viðvíkjandi fráfaringaraldri, skriva samferðslumálaráðið og fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.