Tjóðveldisflokkurin vinnur løgtingsvalið

Nú bara høvuðsstaðurin er eftir, sær út til at Tjóðveldisflokkurin vinnur løgtingsvalið 1998. Tíðindini úr høllini á Hálsi siga, at Tjóðveldisflokkurin verður størstur í høvuðsstaðnum og fær tíggjar mans

Nú bíða vit bara eftir Havnini.


Og fólk eru spent - tað sæst á øllum brøgdum.


Sambært tíðindum úr høllini á Hálsi verður Tjóðveldisflokkurin størstur í Havn, meðan Javnaðarflokkurin verður næststørstur.


Eftir teimum seinastu tíðindunum at døma, so fær Tjóðveldisflokkurin tríggjar mans í høvuðsstaðnum, meðan Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin fáa tveir. Sambandsflokkurin fær ein tingmann.


Einasti ivin er um Javnaðarmaðurin í Norðstreymoy heldur ella ikki.

Møguliga fellur hann til ein av smærru flokkunum - sum eftir øllum at døma er Miðflokkurin