Í vikuskiftinum hevði Tjóðveldisflokkurin floksting í Framtíðini í Vági.
? Á fundinum var løgtingsvalið til viðgerðar, og eru vit væl brynjað og samd, nú vit fara í valstríð, sigur formaðurin í aðalstjórn Tjóðveldisfloksin, Óli Holm.
Flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum hevur eisini viðgjørt stríðið sum hevur verið millum ávísar politikarar floksins í fjølmiðlunum seinastu tíðina. Serliga upp undir fólkatingsvalið kom hetta stríð til sjóndar, har eitt nú onkur av nýggjaru valevnum floksins beinleiðis tosaðu ímóti tí tingmanni floksins, sum hevur drúgvastu bakgrundina í flokkinum - Finnboga Ísaksoni, sum burtursær frá valskeiðnum 1984-88 hevur sitið á tingi út í eitt frá 1966.
Stríðið millum Finnboga Ísakson og Heina O. Heinesen hevur verið alment leingi, og hevur Heini O. Heinesen fleiri ferðir funnist at, at Finnbogi Ísakson úttalar seg vegna flokkin.
Men sambært formanninum í aðalstjórnini hjá flokkinum eru allar hesar ósemjur nú jarðaðar. Stríðið um, hvør skal verða løgmansevni floksins er útsett - og verður tað tikið aftur til viðgerðar aftan á løgtingsvalið, um tað tá verður aktuelt, sigur Óli Holm.
Á flokstinginum stóðu Anita á Fríðriksmørk og Atli Eiriksson fyri vali og vóru bæði afturvald. Starvsstjórnin í flokkinum sær nú soleiðis út:
Óli Holm, formaður
Anita á Fríðriksmørk, skrivari
Atli Eiriksson, kassameistari
Í aðalstjórn floksins eru umfram starvsstjórnina umboð fyri tingmanningina, umboð fyri Unga Tjóðveldið og umboð fyri øll valfeløgini. Tilsamans eru 12 fólk í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins.
Óli Holm letur væl at uppmøtingini, og vóru eini 120 fólk á fundi, sigur hann og leggur afturat, at hetta ber boð um, at flokkurin hevur góða undirtøku.