Tjóðveldi vil kanna bingjuhavn á Sundi

Tjóðveldisumboðini heita á Tórshavnar býráð at kanna umstøðurnar fyri dokkhavn á Sundi, áðrenn samtykt verður at prosjektera stóru útbyggingina á Eystara havnaøki

Nakað av roki tók seg upp tíðliga í vetur, tá Tórshavnar býráð legði ætlanirnar um útbyggingina av Eystaru havn og Skansabryggjuni fram.

 

Nógvar atfinningarsamar røddir vóru frammi, sum vildu vera við, at ætlaða útbyggingin fór at misprýða býin og oyðileggja Skansan. Fleiri spurdu, um ikki var gjørligt at gera stóra havnaøki inni á Sundi, undir Argjalandinum ella í Kollafirði.

 

Nú hava býráðsumboðini hjá Tjóðveldinum tilevna eitt alternativt skitsuuppskot, eina góðshavn á Sundi, og heita tey á býráðið um at kanna møguleikarnar at byggja nýggju góðshavnina inni á Sundi. Tjóðveldi hevur lagt ætlanirnar fyri havnarnevndina.

- Tjóðveldi heldur, at tað er ov tíðliga at fara undir at projektera ætlaðu havnarútbyggingina í Havn ítøkiliga, tí ongar kanningar eru gjørdar aðrastaðni í kommununi, skriva tey trý umboðini í tíðargrein í Sosialinum mikudagin.

 

Víst verður á fleiri fyrimunir við at leggja góðshavnina á Sundi. Skansin og Glyvursnes verða spard, og nýggja havnin fer at liggja nær Skálafjarðartunlinum, haðani nakað av gróti møguliga kann heintast.

 

Tjóðveldi vísir á, at við at byggja nýggja góðshavn á Sundi, kann verandi Eystara Havn og Skansabryggjan gerast til ferðafólkahavn burtur av. 

 

- Tað, sum kannað eigur at verða, er kostnaðurin at gera atløgubryggjur og havnarlag á Sundi, og hvussu byggjast kann, so byrgt verður fyri tí súði , sum á onkrari ætt sigst vera ein trupulleiki við ta lítlu atløguna, sum nú er á Sundi, skriva tey trý.

 

Tjóðveldi hevur í havnarnevndini mælt til kanningar inni á Sundi og lagt fram skitsuuppskot um Sund, sum er gjørt av fólki við fakligum førleika. Eftir hesi skitsu verður havnin skipað sum dokkstøðir fyri at sleppa undan súði. Dýpið verður 15 metur, so øll skip kunna leggja at. 

 

- Ein slík havn á Sundi verður helst bíligari enn tann, sum nú liggur í kortunum. Tú kanst fáa nógv longri atløgusíðu fyri smærri pengar á Sundi,  og frítt er fyri at gera pláss til havnarlag uppi á landi. Møguleikin, sum víst verður á, er at byggja eystur frá núverandi atløgu á Sundi móti Kallanesi. 

 

Meðan prísurin fyri onkustaðni millum 900 og 1400 metrar av atløguplássi á Sundi verður millum 300 og 400 milliónir krónur, fer ætlaða útbyggingin av Eystaru havn at kosta í minsta lagi 495 milliónir krónur fyri 700 metrar, siga tey trý tjóðveldisumboðini.

 

Útbyggingin av Eystara havnarøki og Skansabryggjuni er á skrá á býráðsfundinum hóskvøldið. Meirilutin ynskir, at ein byggiskrá fyri útbyggingina verður samtykt og seks milliónir krónur játtaðar til prosjektering av ætlanini.

 

- Tjóðveldi heldur, at hetta er at fara í so skjótt fram í einum so stórum og týðandi máli fyri Tórshavnar bý, har øll loyvir ikki eru fingin enn,  og broytta byggisamtyktin ikki er góðkend av landsins myndugleikum. Tí verður mælt til at steðga á við samtyktini um byggiskrá og projektering, meðan hin møguleikin fyri útbygging, og kanska aðrir við, verður kannaður og lýstur út í æsir.

 

- Tjóðveldi í býráðnum heldur, at tað er umráðandi, at Tórshavnar kommuna sum miðstøðan í Føroyum hevur góð og tíðarhóskandi havnarviðurskifti.  Tórshavnar havn hevur síðani í 1920unum havt alstóran týdning fyri býin og fólkið, her býr. Tað eigur hon eisini at hava í framtíðini, skriva Jógvan Arge, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam at enda.

 

Les tíðargreinina í Sosialinum mikudagin ella her