Hvussu hevur árið 2014 verið?
- Árið í ár hevur gingið væl, bæði privat og politiskt. Nógv er komið av skafti við teimum ætlanum og avbjóðingum, sum eg hevði sett mær. Hetta kemur eisini at síggjast í árinum, sum nú kemur. Umframt allar tær íløgur, sum kommunan ger og kemur at fremja í komandi ári, vil hetta koma øllum borgarum til góðar. Eldraøkið, sum vit yvitaka í januar, er ein stór avbjóðing. Vit í kommununi brynja okkum til, at tænanstan skal verða góð og betri enn tann, vit hava í dag.
Tað sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu.
Hvat minnist Heðin Mortensen so best frá 2014?
- Báðir kommunufelagsskapirnir eru lagdir saman og kallast nú Kommunufelag Føroya. Hetta fer at vera ein styrki hjá okkum til at taka ímóti tí, sum framtíðin fer at bjóða.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Mín størsta persónliga uppliving var, tá eg sum einasti føroyingur varð boðin við til Oslo at hátíðarhalda 200 ára dagin fyri norsku grundlógini. Her heilsaði eg upp á og prátaði við kongshjúnini til galladøgurðan. Drotningin greiddi mær tá frá, at hon hevði ætlanir um at koma til Føroya á fyrsta sinni í juli mánaði, og at hon gleddi seg til túrin. Tá fekk eg høvi til at taka ímóti norska kongaskipinum og drotningini við fylgi.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- Í fjør gleddist eg um, at tað varð eydnast at skipa býráðið við einum meiriluta og ongum minniluta, men í ár hendi so tað, at Tjóðveldið ikki vildi halda fram í samgonguni og valdi at fara burturúr.
Heðin Mortensen sigur seg harmast um, at breiða samgongan ikki kundi halda fram, tí hon hevði nakað positivt og visionert yvir sær.
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- Mítt ynski fyri 2015 skal vera, at tað má gangast Tórshavnar kommunu og borgarum tess væl eins og øllum føroyingum. Eg ynski øllum føroyingum - úti sum heima - eitt gott og av Harranum signað nýggjár við tøkk fyri tað gamla, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu.