Tjóðsavnið partur av GLObecc-verkætlanini

Í august í ár fór GLObecc-verkætlanin av bakkastokki undir leiðslu av Amandu Vang, deildarleiðara á Firum. GLObecc er stytting fyri: Gelatinous Lifeforms in Faroese waters: Biodiversity, Regional Connectivity, and Capacity building

Í londunum rundan um okkum, hevur alivinnan ofta trupulleikar av hvalspýggjum sum kunnu koma fyri í stórum nøgdum. Í Noregi hevur hvalspýggjan Apolemiauvaria verið ein serlig avbjóðing. Høvuðsendamálið við verkætlanini er at kanna, um Apolemia uvaria og onnur skaðilig sløg kunnu gerast ein trupulleiki um okkara leiðir – serliga nú havøkið kring okkum er í broyting, men annars at kanna útbreiðslu og fjølbroytni av hvalspýggjum sum heild.

 

Vit síggja oftast hvalspýggjurnar tá teir sveima í vatnskorpuni, sum dømi er við Apolemia, sum einans livur pelagiskt. Tað gera flestu hvalspýggjur tó ikki. Tær hava tvey lívs-stig – eitt margføtlu-stig, har koloniir av djórinum sita fastar á botninum, og síðani eitt sokallað medusa-stig, har kýnsbúgvin individ av djórinum svimja í sjónum. Í heitu summarmánaðunum skjóta margføtlurnar smáar hvalspýggjur út, sum síðani kunnu búnast og nørast í stórum tali. Úrslitið er ein hvalspýggju-larva sum við tíðini setist aftur á havbotnin og byrjar eina nýggja koloni.

 

Sum úrslit av BIOFAR-verkætlanini í 90’unum, varð havbotninum kring Føroyar kannaður, og vórðu tá fleiri ymisk sløg av margføtlum innsavnaðar, og eru tær í varðveitslu hjá savninum.

 

Sjódjóradeild Tjóðsavnsins umsitur Facebook-bólkin, Fiskar og sjódýr undir Føroyum, har fólk regluliga senda inn myndir, kjakast og spyrja um alskyns djór, sum eru at síggja í sjónum. Vit heita tí á fólk, sum síggja hvalspyggjur, at leggja myndir inn á henda bólk við viðmerking um nær og hvar myndin er tikin. Soleiðis kunnu granskarar eyðmerkja hvalspýggjurnar.

 

GLObecc-verkætlanin er eitt samstarv millum Firum, Havstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Sjósavnið, Tjóðsavnið, Bakkafrost, Universitetsmuseet í Bergen og Havforskningsinstituttet í Noregi. Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum og við samstarvsstuðli.

 

 

 

Fá meira at vita um verkætlanina her: https://firum.fo/firum/deildir/biotoekni/hvalsp%C3%BDggja