Tjóðleikhús fyri 100 milliónir krónur

Landsstýriskvinnan í mentamál hevur fingið handað uppskot til byggiskrá.

Í gjár handaði bygginevndin fyri Tjóðleikhús landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, eitt uppskot til byggiskrá av nýggju einum nýggjum tjóðleikhúsi, ið eftir ætlan skal vera á Skálatrøð.


Í fylgiskjali til álitið skrivar bygginevndin, at samlaði byggikostnaðurin verður góðar 100 milliónir krónur, tá ið ráðgeving, tøkni, bygging, innbúgv og alt annað, ið hoyrir til eina slíka bygging, er tikið við.


Byggiskráin verður nú løgd til hoyringar. Tíðarfreistin fyri hoyringarskriv er 18. januar. Síðani er ætlanin at lidna byggiskráin skal nýtast sum grundarlag fyri einari arkitektakapping um endaligu byggiloysnina.


Eftir ætlan verður arkitektakappingin útskrivað á vári 2016, og ein vinnari verður funnin á sumri sama ár. Um tíðarætlanin heldur, er ætlanin at bjóða út arbeiðið at prosjektera og byggja Tjóðleikhúsið á heysti í 2016.