Átjan mánaðir í fongsul

Tað var dómurin, sum varð sagdur í Eystara Landsrætti í morgun fyri misbrot móti trimum brøðrum. Dómararnir valdu at fylgja tilmælinum frá ákæruvaldinum Dómararnir hildu ikki, at dómurin í Føroya Rætti var nóg strangur. Har varð maðurin dømdur átta mánaðir í fongsul fyri gjøgnum níggju ár at hava misbrúkt tríggjar brøður. Tann yngsti av brøðrunum var ikki meiri enn átta ár, tá misbrúkið fyri hansara viðkomandi byrjaði, ein annar var ellivu og hin triði tólv.

Í Føroya Rætti varð 50-ára gamli maðurin dømdur eftir §232, sum umfatar blygnaðarskemd og hevur eina fyrningartíð upp á fimm ár. Landsrætturin dømdi haraftur ímóti mannin eftir §§ 225 og 222, sum umfata »anden kønslig omgang end samleje«.

Misbrúkið hevur gingið út uppá, at maðurin, sum hevur verið giftur ommuna at dreingjunum, hevur fingið dreingirnar at nema við seg og at nøkta sær kynsliga. Hetta er sum nevnt farið fram frá 1998 fram til 2006, altso eisini meðan omman var á lívi; hon doyði fyri nøkrum árum síðani.

Tað var Barnaverndin á staðnum, sum meldaði mannin til løgregluna. Málið hevur síðani gingið sína gongd til ákæruvaldið kærdi tað inn fyri Eystara Landsrætt. Har var tað fyri í morgun og endaði sum nevnt við, at ákærdi varð dømdur í átjan mánaða fongsul.