Manshondbóltur
Tjaldur megnaði mikukvøldið at halda fast í góða endanum frá dystinum móti StÍF, og tað gav hesa ferð sigur á Kyndli.
Kyndil kanska ikki hevði væntað sær ta mótstøðuna, Tjaldur hevði at geva, og var tað kanska ein orsøk til, at Tjaldur vann sær tvey týdningarmikil stig aftrat.
Men tað var ikki øll orsøkin. Tjaldur spældi væl, og serliga í verjuni vóru menn stinnir at blokka skotroyndir frá Kyndli.
Og so skal málverjin Dejan Lacod ikki gloymast, tí umframt at taka fimm av teimum sjey brotskøstunum hjá Kyndli, skoraði hann eisini eitt mál sjálvur, tá hann úr egnum máli sendi bóltin alla longdina á vøllinum.
Júst hetta málið var eisini rættiliga avgerandi fyri gongdina í dystinum, tí eftir at Tjaldur hevði havt góða byrjan við einari 4-1 leiðslu, steðgaði alt upp, og Kyndil slapp sær upp á 10-5.
Tá var tað, at Dejan tók sakina í egnar hendur og setti skjøtil á málskjótingina hjá Tjaldri av nýggjum. Og tað gav bonus, tí hálvleiksstøðan var 11-11.
Ikki minst kom tað væl við hjá Tjaldri hesa løtuna, at Jens Martin Knudsen aftur er á liðnum, tí hann órógvar mótstøðuliðið og er uppi í nógvum, uttan endiliga at skula skjóta øll málini sjálvur.
Mansverja broytti einki
Tann stóri munurin, sum hevði verið í fyrra hálvleiki ? fyrst til fyrimuns fyri Tjaldur og síðani Kyndli ? var ikki at síggja eftir hálvleikssteðgin, tá tað gekk meira javnt á.
Kortini var tað Tjaldur, ið gekk undan, og síðstu gott og væl 25 minuttirnar fekk kom Kyndil ongantíð aftur upp á javnleik.
Á liðnum hjá Kyndli stóð Johan Danielsen væl í málinum, og hóast hann einki fekk gjørt við fleiri av Tjaldurs-skotunum, ið komu beint gjøgnum verjuna, tók hann nógv annað.
Hinvegin var kanska ov lítil broddur í tí, sum Jacob Jónsson og Finnur Hansson royndu at fáa burturúr. Spælið teirra millum gekk kanska skjótt og væl, men heildini gav tað ikki so nógv.
Í seinna hálvleiki royndi Kyndil at pilka spælið hjá Tjaldur sundur við at mansverja málslúkin Dragisa Stojovic, men tað broytti einki, tí hinir hjá Tjaldri megnaðu kortini at varðveita yvirtakið og at spæla seg til neyðugu møguleikarnar.
Dupult útvísing
Tá so Jens Martin fýra minuttir fyri tíð fyrst fekk eina útvísing og so eina aftrat, tí hann ikki vildi góðtaka ta fyrstu, tóktist tað heldur ikki ávirka spælið hjá Tjaldri, at liðið hesar síðstu minuttirnar mátti spæla við einum manni í minniluta.
Eisini hesa løtuna vísti Dejan í málinum gott spæl og tók eitt nú enn eitt brotskast, so munurin kundi halda sær, til liðugt var.
Tískil gjørdist tað til ein fult uppibornan sigur til Tjaldur í dystinum, sum ikki bara stríddist fyri lívinum, men eisini vísti gott spæl. Tað sama gjørdi Kyndil, men kortini virkaði tað, sum hekk ein skuggi av undirmeting alla tíðina yvir spælinum, og tí kundi tað at enda ikki spyrjast annað enn tap burturúr móti vælupplagda heimaliðnum.
Hóast kærkomna sigurin er Tjaldur framvegis aftast, men hevur nú sama stigatal sum H71 og er bara eitt stig aftan fyri KÍF. Kyndil liggur framvegis í miðjuni, uttan at vera í vanda fyri aftaru liðunum og uttan at røkka tey ovaru.
Dysturin í tølum
Tjaldur-Kyndil 26-22 (11-11)
Málskjúttar:
Tjaldur: Dragisa Stojovic 7, Zoran Sarpevic 6 (2), Sverri Justinussen 5, Jens Martin Knudsen 4, Áki L. Hansen 1, Dejan Lacod 1, Arnfinn Langgaard 1, Tórhallur Thomsen 1
Kyndil: Høgni Klein 7, Finnur Hansson 6, Regin Johannesen 4, Josef Abrahamsen 2, Jacob Jónsson 2, Hanus Jensen 1, Jónleif Sólsker 1
Brotskøst: Tjaldur 2, Kyndil 7
Útvísingar: Tjaldur 3, Kyndil 2
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Hansen










