Tjaldur vann stórt í Havn

Kyndil-Tjaldur 15-22 (11-12)

Tjaldur hongur enn væl við í oddastríðnum í bestu kvinnudeildini í hondbólti.

Í gjár vitjaðu tær hjá Kyndli, men talan gjørdist ikki um nakran lættan favoritt-sigur.

Kyndil hekk nevnliga væl í fyri steðgin, men seinasta korterið av dystinum skrædnaði av álvara. Tjaldur skoraði tá sjey ferðir á rað, og tá megnaði Kyndil so ikki at svara aftur.

Fyri Kyndil skoraði Jacklin Durhuus 7 mál. Adina Petrea skeyt 8 av málunum hjá Tjaldri.