Púra óvæntað
Seinast alt-vinnandi Neistin og einki-vinnandi Tjaldur hittust, vann Neistin einki minni enn 43-7. Søgan var tó ein heilt onnur hesaferð, nú liðini møttust í ítróttarhøllini við Løkin í Runavík. Gaman í var Neistin á odda 16-9 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki stóð verjan hjá Tjaldur sum ein grótgarður og loyvdi Neistanum bara átta mál, somuleiðis sum tær fóru at vera sera úrslitagóðar í málroyndum sínum. Alt hetta førdi við sær, at Tjaldur koppaði dystinum og við teprum 25-24-sigri hevur vunnið fyrsta sigurin í ár. At tað skuldi vera ímóti oddaliðnum Neistanum var sera óvæntað, og var hetta bara annar dysturin tær úr høvuðsstaðnum tapa í ár.
Eingin ivi hjá Kyndli
Kvinnurnar hjá Kyndli spæla betur og betur og um vikuskiftið mátti eitt haltandi VÍF-lið gjalda fyri tað. Við dystarbyrjan í høllini á Hálsi leygardagin var tað serliga verjan hjá Kyndli, sum riggaði væl og breyt spælið niður hjá VÍF, og høvdu tær verið avgjørdari í málroyndum sínum, hevði Kyndil óivað verið á odda við nógvum málum í hálvleikinum. Tær vóru nevniliga á odda 14-11 í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki kom verulig gongd í málskjótingina hjá Kyndli og skutu tær ikki færri enn 21 mál í 35-26-stórsigrinum. Turið Arge Samuelsen og Ásleyg Súnadóttir skutu heili átta mál hvør.
Kyndil hevur nú otað seg væl úr botninum, men eftirsum oddaliðini eru strokin avstað, er Kyndil nú í einari støðu, sum minnir um ongamannaland.
Hjá VÍF peikar pílurin beint niðureftir og hava tær bara vunnið sær eitt stig í seinastu seks dystunum.