Dysturin, sum skuldi verða millum Tjaldur og VÍF í Sunset-kappingini sunnudagin, bleiv útsettur orsaka av vánaliga veðrinum sunnudagin.
Tað var ikki hildið ráðiligt, at kvinnurnar hjá VÌF skuldu fara í bili úr Vestmanna til Runavíkar í vánaligu koyrilíkindunum, sum vóru sunnudagin, og tí samdust feløgini um, at dysturin skuldi útsetast til mikukvøldið.