Tjaldur tók Kyndil á bóli

Tjaldur vildi snøgt sagt meira enn Kyndil, tá liðini dystaðust, og so endaði alt við einum sera óvæntaðum sigri til gestirnar, sum soleiðis fingu fyrstu stigini á árinum

Kvinnuhondbóltur

Tað var nokk einki at ivast í, hvør var favorittur undan dystinum á Hálsi mikukvøldið. Kvinnurnar hjá Kyndli hava kanska í eini tvey ár havt eina lítið hugaliga tilveru í botninum av stigatalvuni. Men nú tykist skútan vera vend, og avrikini í fyrstu dystunum bendu í øllum førum tann vegin, at liðið skuldi hava ein leiklut í oddinum í ár.
Hjá Tjaldri hava vónirnar undan árinum helst ikki verið heilt so bjartar. Her er tað meira sjálv tilveran í bestu kvinnudeildini, sum stóð upp á spæl, men við fýra ósigrum á rað fyrstu dystirnar, sá kanska nakað svart út hesum viðvíkjandi. Og tað mundi so neyvan vara nakran, at fyrstu stigini skuldu koma í hesum ? á pappírinum ? torføra útidystinum.

Umberingar
Í Kyndli eru helst fleiri frágreiðingar um, hvussu tað bar til, at tær soleiðis vóru fyri einum óvæntaðum ? fyri ikki at siga sensationellum ? tapi mikukvøldið.
Umberingarnar eru helst fleiri, og í onkrum føri er kanska nakað um tað. Eitt nú var tað uttan iva ein stórur smeitur, at Kyndil til dystin mátti vera tær báðar Annikurnar fyriuttan. Annika Ljósstein fekk skaða, tá Kyndil spældi móti StÍF, og enn ganga helst einar fýra vikur, áðrenn hon er tøk aftur, og Annika Thomsen er í løtuni burturstødd. Helst eisini í einar fýra vikur.
Hinvegin hoyrir tað eisini við til søguna, at Tjaldur heldur ikki hevði fulla manning til dystin. Beinta Joensen, sum uttan iva er ein av mest týðandi leikarunum hjá felagnum, hevur í løtuni ikki umstøður at vera við hvørja ferð, og hesa ferð hevði hon so valt at geva avboð til dystin.

Vilijn
Umberingar ella ikki, so var tað í botn og grund bert ein veruligur munur á liðunum mikukvøldið. Tjaldurskvinnurnar sýndu allan dystin, at tær vildu gera sítt ítarsta, til tess at tryggja sær eitt gott úrslit. Eisini hóst tað í løtum sá heldur svart út.
Kyndil hinvegin vísti bara í løtum, at tær vildu vinna. Tað hoyrir við til søguna, at tá tær gjørdu tað, sýndu tær veruliga, at tær undir vanligum umstøðum eiga at vinna á Tjaldri. Men tað er aloftast so, at til at vinna ein dyst, so krevst, at hugburðurin er hin rætti alla tíðina og ikki bara í løtum.

Mansverjan merktist
Um sjálvan dystin er annars at siga, at hann í ógvuliga stóran mun var merktur av, at báðir partar alla tíðina settu sær fyri at órógva spælið hjá mótstøðuliðnum mest møguligt. Frá fyrsta bríksli vórðu ávíkavist Lotte Sørensen og Milica Ergic mansvardar, so tær ikki skuldu seta sín dám á dystin, og hetta gjørdi sjálvsagt, at spælið mátti koyrast heldur øðrvísi, enn tað vanliga verður gjørt.
At plássið inni móti málteiginum gerst betri, tá mansverja verður nýtt, er ein sjálvfylgja, og hvør í sínum lagi royndu liðini eisini at gera sær dælt av hesum. Ikki minst tí verjurnar báðar tóktust hava ilt við at verja víðkaða økið, og tá so bæði Christine Ellingsgaard og Marjun Tróndarson høvdu ein góðan dag á strikuni ? í øllum førum í álopspartinum ? so vóru sjáldan deyðar løtur í dystinum, har millum lítið og einki hendi.
Í fyrra hálvleiki tóktist tað alla tíðina soleiðis, at Kyndil hevði tamarhald á tí mesta. Hóast munurin ongan tíð gjørdist hin stóri, so glógvaði í løtum somikið væl í grøna liðnum, at tú hevði varhugan av, at tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn munurin av álvara fór at økjast. Iklki minst eftir at tær miðskeiðis í hálvleiki togaðu seg frá 5-7 upp á 10-7. Eftir hetta dovnaði liðið tó aftur, og ístaðin gjørdist tað Tjaldur, sum við einum longum togi stríddi seg upp á javnt beint fyri hálvleik.

Passivitetur
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki svaraði Kyndil tó aftur á sama sannførandi hátt, sum tær høvdu gjørt í fyrra, men so steðgaði aftur upp. Úr 19-16 broyttist støðan til 19-22, og yvir høvur tóktist Kyndil hava merkiliga lítið at bjóða upp á hesa løtuna. Ikki minst var tað merkisvert, at kvika og gjøgnumbrotssterka Ileana Manolescu varð hildin á beinkinum alla hesa løtuna, tí við fimm ímóti fimm er tað júst slíkur leikari sum tørvur er á. Og kanska var venjarabonkurin hjá Kyndli eitt sindur ørkymlaður av støðuni, tí tað gekk í øllum førum óvanliga long tíð, áðrenn grøna kortið varð lagt á dómaraborðið, so venjarin kundi fáa nøkur orð við leikararnar.
Tá hetta loksins varð gjørt, fingu áskoðararnir ein sera spennandi endaspurt at síggja. Kyndil royndi at seta ferð á, og partvíst eydnaðist hetta, men Tjaldur helt seg tó alla tíðina nevið frammanfyri. Kanska eisini tí Lotte Sørensen fekk eina heldur óneyðuga útvísing bert tríggjar minuttir fyri leiklok, tá munurin annars var komin niður í eitt mál Kyndil fekk strítt seg upp á javnt eftir hetta, men við tveimum málum á rað sløkti Tjaldur tó seinastu grønu vónina, og so var liðugt.
Við sgirinum tryggjaði Tjaldur sær fyrstu stigini á árinum, og fyri teirra viðkomandi man tað koma illa við, at tær nú mugu bíða heilar tríggjar vikur, áðrenn tær aftur sleppa á vøllin.
Kyndil misti hinvegin takið í oddinum, har tær annars høvdu verið væl við, um talan gjørdist um ein sigur. Enn er kanska ov tíðliga at staðfesat, at talan var um eitt dýrt tap, men ráð eru í øllum førum ikki nógvar kiksarar afturat, um vónin um ein sess í oddinum skal gerast til veruleiki.

Dysturin í tølum:
Kyndil-Tjaldur 26-27 (14-14)
Málskjúttar:
Kyndil: Marjun Tróndarson 8, Lotte Sørensen 6(4), Ann Mari Wang 4, Ileana Manolescu 4, Heidi Maria Akselsen 4
Tjaldur: Lenka Ribaric 8(2), Christina Ellingsgaard 7, Milica Ergic 6, Mona Langgaard 4, Hansa Mikkelsen 1, Heidi Heinesen 1
Brotskøst: Kyndil 5, Tjaldur 4
Útvísingar: Kyndil 1, Tjaldur 2
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen