Sum vera man fegnast tey í Tjaldri um, at tey nú aftur eru í fremstu røð. Tjaldur styrkti munandi um hópin undan hesum kappingarárinum, og í vetur hava tríggjar útlendskar kvinnur styrkt um liðið. Umframt uppflyting var málið eisini at gera tað gott í steypakappingini, og tann parturin eydnaðist eisini, tá liðið bert var eitt mál frá at tryggja sær finaluplássið. Til komandi ár verður meddað enn betri. Úrtøkan í steypakappingini skal betrast, og í landskappingini vil felagið verða millum tey trý fremstu. Enn er ikki endaliga greitt, hvat felag noyðist eina deild niður at spæla. Men alt bendi á, at hetta verður VÍF.










