Tjaldur snávaði móti botnliðnum

Úrslitið var 18-18.

 

StÍF varð eyðmýkt, tá liðið tapti 37-13 á útivølli móti Kyndli í farnu viku. Í dag tóku tær øll á bóli. StÍF fekk í kvøld sítt fyrsta stig í hesum kappingarárinum.

 

Tjaldur misti hinvegin eitt týðandi fet í oddastríðnum. Kvinnurnar úr Runavík eru ikki komnar serliga væl frá byrjan. Úrtøkan er sjey stig fyri seks dystir, sum eru fimm stig færri enn oddaliðið Stjørnan.