Tjaldur meinar tað

Ósigraðar eftir tvey tey fyrstu umførini bendir alt á, at Tjaldurs-kvinnurnar veruliga meina tað, nú tær vilja hava heiðursmerki í ár

Fótbóltur

 

Tjaldur mistók seg ikki enn einaferð, tá tær leygardagin spældu móti StÍF.

Málið í Runavík er at taka heiðursmerki í ár, og fyrsti dysturin móti Neistanum gav eisini ábendinga rum, at hetta kann gerast.

Ta ferðina varð sigurin tó tveittur burtur í evstu løtu, og tað høvdu tær lært av, tá tær vitjaðu á Skála.

StÍF var nevnliga heilt væl við í dystinum fyrstu 50 minuttirnar ella so. Fram til einir átta minuttir restaðu, var millum lítið og einki á muni millum liðini, men so setti Tjaldur veruliga trumf á. Tær vunnu seg frá 21-20 upp á 26-21, og so stendur teirra støða sum ósigrað framvegis við.

 

Fakta um dystin

StÍF-Tjaldur 22-26 (11-12)

10 min: 6-3

20 min: 8-8

40 min: 14-15

50 min: 18-19

Málskjúttar

StÍF: Rebekka Justinussen 11(1), Fríðrunn Danielsen 4, Ninna K. Johansen 4(1), Signhild Petersen 1, Malan Petersen 1

Tjaldur: Adina Petrea 11(1), Alina Olaru 5, Heidi Sevdal 4, Annika Thomsen 4, Elinbjørg Hammer 1

Brotskøst: StÍF 2, Tjaldur 1

Útvísingar: StÍF 4, Tjaldur 2

Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg