Tjaldur byrjar umaftur

Felagið í Runavík, sum í 2009 vann føroyameistaraheitið og í 2011 steypakappingina, leitar nú aftur til byrjanina og fer at leggja størri dent á ungdómsarbeiðið. Tí er heldur einki VÍF/Tjaldur við í kappingini í vetur, har VÍF er fyri seg í Elektron-deildini og bestu Tjaldurskvinnurnar eru í 1. deild.

– Vit hava so fáar spælarar, at vit ikki megna at gera okkum galdandi í bestu deildini, men av tí at vit heldur ikki hava tær stóru hallarumstøðurnar í vetur, nú ítróttarhøllin verður umbygd og nýggj fimleikahøll bygd, valdu vit at slakka eitt sindur av, sigur formaðurin í Tjaldri, Andrias Jacobsen.

– Seinnu árini hava nógvir útlendingar og fremmandir spælarar annars myndað liðið hjá okkum, men vit hava nú tikið avgerð um, at vit vilja raðfesta ungdómsarbeiðið hægri og heldur royna at byggja upp av nýggjum.