Dysturin í høllini á Hálsi í Havn í gjárkvøldið var tann, sum upprunaliga skuldi verið spældur 11.januar, og sum hevur vantað í á stigatalvuni – serliga hjá Tjaldri, sum nú vann hann og tí aftur av álvara er við heilt har frammi.
Støðan í oddanum er rættiliga spennandi, nú bara fýra umfør eru eftir av Sunset-kappingini, tí bæði VB og Tjaldur hava nú 22 stig, sum bara eru trý færri enn oddaliðið Stjørnan, umframt at Neistin er væl við við sínum 21 stigum. Bara tvey lið sleppa í FM-finaluna, so her kann alt henda.
Í dystinum í gjárkvøldið vóru tað fyri tað nógva tær yngru og lokalu á liðnum hjá Tjaldri, sum fingu møguleikan, og eitt nú sat Adina Petrea fyri tað nógva á bonkinum. Kortini gjørdist hon næstbesti málskjútti hjá gestunum.
Hinvegin kundi Kyndil, sum fyri aðru ferð í tveir dagar fekk ein ordans sekk frá Tjaldri, í sínum lagi gleðast um, at Randi Wardum var við aftur, hóast hon ikki í kvøld kom á máltalvuna.
Sum úrslitið og hálvleiksstøðan eisini siga, var talan stórt sæð um einvegis ferðslu, har Tjaldur longu eftir einum korteri var farið 10 mál frá Kyndli, sum – hóast 50 prosents størri úrtøku í seinna hálvleiki – ongantíð var í nánd av at sleppa ordiliga upp í part.
----------
FAKTA um dystin
Kyndil-Tjaldur 15-33 (6-17)
10 min: 2-8
20 min: 4-13
30 min: 6-17
40 min: 12-25
50 min: 13-28
Málskjúttar
Kyndil: Jacklin Durhuus 5, Ása Christiansen 2, Jórun Ludvig 2, Súsanna Petersen 2, Hildur Høgenni 1, Helena á Krákusteini 1, Beinta Laursen 1, Halla Midjord 1
Tjaldur: Annika Thomsen 11, Adina Petrea 9, Alina Olaru Anghel 6, Elinbjørg Hammer 2, Benadikta Johannesen 2, Jacoba Langgaard 1, Heidi Sevdal 1, Sarah Ann B. Thomsen 1
Brotskøst: Kyndil 4, Tjaldur 2
Útvísingar: Kyndil 1
Dómarar: Hanus Kúrberg & Tummas Juul Mortensen