Seinastu tríggjar mánaðirnar í fjør var vaktarskipið, Tjaldrið bara í sjónum í 19 dagar til fiskiveiðieftirlit undir Føroyum. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Hann leggur afturat, at í sama tíðarskeiði loysti Brimil bara fimm ferður frá bryggju í sambandi við sleip og annað líknandi og hann var sostatt ongantíð á eftirlitsferð undir Føroyum.
Men hann leggur samstundis dent á, at hóast annað skipið liggur við bryggju, er tað altíð tókt, skuldi brúk verðið fyri tí til leiting og bjarging.
Kári P. Højgaard, tingmaður hevur fregnast eftir um okkara fiskiveiðieftirlit er á nøktandi støði.
Nógvir tinglimir halda, at tað er undir alt lágmark, at skipini ikki sigla meiri og teir undraðust á, hvussu ætlanin kann vera at byggja nýtt havrannsóknarskip, tá ið vit ikki hava ráð at hava vaktarskipini, vit longu hava, siglandi.
- Upplýsingarnir frá landsstýrismanninum avdúka, at vit hava rætt og slætt onki eftirlit úti á grunnunum, sigur Kári P. Højgaard.
Heini O. Heinesen spurdi um vit vóru aftur í somu støðu í dag, sum í kreppuni í nítiárunum, tá ið veiðitjóvar ikki máttu takast, tí tað var synd í teimum.
Sjálvur heldur landsstýrismaðurin, at vit hava tað eftirlit, Løgtingið er sinnað at gjalda fyri.
Men annars er eftirlit á landið, har avreiðingar verða kannaðar og somuleiðis verður fylgt við skipum umvegis fylgissvein.
Hann helt, at situr Heini O. Heinesen við upplýsingum um okkurt óregluligt, skal hann koma fram við teimum heldur enn at illgita, tí so verða tiltøk sett í verk.
Hann viðgongur, at eftirlitið er avmarkað, tí játtanin røkkur ikki til, men hann heldur, at tað kortini er forsvarligt.
- Hinvegin er bjargingartænastan nøktandi, tí skipini eru altíð tøk til leiting og bjarging.