Tjaldrið ikki longu nervað av ósemju um Brimil

TíÐindaskriv frá Fíggjarmálastýrinum

 

Fútarætturin hevur í dag kl. 15.00 avgjørt at seta forboð móti, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag framhaldandi noktar limum sínum at taka upp arbeiði sum skipari ella stýrimaður á vaktar- og bjargingarskipinum Tjaldrinum. Eisini hevur rætturin niðurlagt forboð yvirfyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag ímóti, at felagið framhaldandi noktar limum sínum umborð á Tjaldrinum at býta um vaktir.

Hetta ber í sær, at Tjaldrið ikki meiri er nervað av ósemjuni, sum er um Brimil.

Landsstýrið metti blokaduna av Tjaldrinum sum eitt álvarsligt sáttmálabrot, tí felagið hevur onga heimild at blokera størv, sum galdandi sáttmáli er fyri. Hevði neyðstøða verið á sjónum, kundi blokadan hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag gjørt støðuna hættisliga hjá okkara sjófólki. Eisini vóru fiskiveiðieftirlitið og tilbúgvingin á sjónum nærum eingi, tí Tjaldrið var lagt. Tað var tí bráðneyðugt, at Tjaldrið fór í sigling aftur alt fyri eitt og sá landsstýrið tað sum sína skyldu at fáa minsta krøvini til trygdina á sjónum í lagi aftur beinanvegin. Tí var heitt á rættin um at leggja forboð móti hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Fútarætturin var samdur í, at blokadan var í stríð við rættin hjá Fiskimálastýrinum/Fiskiveiðieftirlitinum, og niðurlegði tí forboð.

Fyri Fíggjarmálastýrið hevur tað eisini týdn-ing, at tað er staðfest, at í málum, har annar sáttmálaparturin fremur slík tiltøk, ber til at nýta vanligu rættarskipanina, her uppi í fútarættin, at steðga tiltakinum.